Tórsvøllur
Ársroknskapurin fyri 2001 hjá Grunninum Tórsvøllur, sum eigur og rekur Tórsvøll, sýnir eitt hall upp á 485 tkr. Formaðurin í grunninum, Poul Michelsen, sigur, at sjálvsagt er hetta ikki nakað, sum er haldbart í longdini, men hann ivast tó ikki í, at raksturin verður betri komandi árini.
Tað er sum so ikki sjálvur raksturin av Tórsvølli, sum gevur grunninum nakrar trupulleikar. Samlaðu útreiðslurnar av vøllinum vóru ikki meira enn 231 tkr., og hesa vóru væl og virðiliga mótsvaraðar av inntøkunum, sum vóru beint oman fyri milliónina.
Trupulleikin er hinvegin, at raksturin av vøllinum ikki ber fíggingarkostnaðin hjá vøllinum. Samlaðu rentuútreiðslurnar í 2001 vóru 866 tkr., og er tað meira enn tað dupulta av tí, sum raksturin kann forsvara, tá hædd avskrivingar verða roknaðar uppí.
Serlig viðurskifti
Í ársfrágreiðingini vísir nevndin eisini á, at tað er orsakað av rentubyrðuni, at at raksturin gevur hall. Eisini verður sagt, at nevndin í løtuni arbeiðir við at finna eina loysn upp á hetta, og somuleiðis verður í frágreiðingini staðfest, at rentubyrðan undir øllum umstøðum verður væl minni í 2002.
Poul Michelsen, sum er nevndarformaður í Tórsvallargrunninum, sigur við Sosialin, at hóast hallið upp á hálva millión, so ber hann ongan ótta fyri, at grunnurin ikki fer at svara hvørjum sítt.
- Tað er soleiðis, at roknskapurin hesaferð er eitt sindur serligur. Ikki minst tí vit nú eru um at skifta frá einum byggiroknskapi til ein veruligan roknskap, sum skal sýna raksturin hjá grunninum.
- Sum vit siga í ársfrágreiðingini, so verður rentubyrðan minni komandi ár. Hetta kemst serliga av, at í útreiðsluførdu rentuni fyri 2001 er stórur partur trotaprovisión, sum er íkomin, tí stuðulin til grunnin verður goldin við tvey ára forskjóting. Tað vil siga, at hóast peningur hevur verið játtaður, so hevur grunnurin verið noyddur at fíggja ein størri part av byggingini, enn vit ætlaðu, og tá vit ikki hava havt gjaldføri til hetta, so kostar tað í rentum.
Samlaða skuldin hjá grunninum er sambært ársroknskapinum knappar 12 mió.kr, og við verandi rakstrarinntøkum, ber illa til at forrenta hetta, men tað er so heldur ikki ætlanin. Nærum helmingurin av skuldini er skuld til FSF, sum hevur fíggjað tað, sum er gjørt av bygninginum við vøllin, men hesin partur av skuldini verður tikin burturúr roknskapinum, tá FSF yvirtekur bygningin. FSF hevur eisini samtykt yvirtøkuna á seinasta aðalfundi, men enn eru ymisk formlig viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn hetta kann gerast formliga.
Tungt gjaldføri
Umframt at raksturin í roknspinum sýnir eitt hall, so er gjaldførið eisini hart spent, og hetta hevur sínar orsøkir.
Fyrst og fremst er hetta so, tí sponsorinntøkurnar, sum grunnurin fær, vórðu forútgoldnar, tá farið varð í holt við byggingina. Tað vil siga, at hóast hesar í roknskapinum standa sum inntøka, so eru pengarnir fyri hesar langt síðani komnir inn, og eru teir síðani nýttir til íløgur.
Hetta er sjálvandi ikki nakað, sum er haldbart í longdini, og Poul Michelsen sigur eisini, at gjaldførið fer at batna í framtíðini.
- Vit gjørdu í sínari tíð avtalu við sponsorarnar um forútgjalding av lýsingarinntøkum. Nakað av hesum varð goldið forút fyri fimm og nakað fyri tíggju ár. Tað vil siga, at fram til 2005 koma eingir sponsorpengar í kassan. Tey fimm fylgjandi árini kemur so nakað, og ikki fyrr enn í 2010 verða hesar tíðaravmarkingar í rakstrinum burturi.
Men er tað so yvirhøvur gjørligt hjá grunninum at rinda rentur og avdrøg?
- Jú. Sjálvandi er tað tað. Tað veldst sjálvandi um, hvussu fíggingarmynstrið er. Tað er enn ikki komið endaliga upp á pláss, men lánveitararnir hava alla tíðina vita, hvussu projektið hevur hingið saman, so vónandi fáa vit eina afturgjaldsskipan, sum samsvarar við raksturin hjá grunninum, sigur Poul Michelsen at enda.