500.308 føroyingar brúktu bygdaleiðir í 2017. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Strandferðsluni, ið samanber ferðafólkatalið seinastu átta árini.
Talan er tó um eina minking á umleið 16.000 ferðafólkum samanborið við 2016, tá 516.716 ferðandi vóru við bussunum á einum av teimum nítjan farleiðunum hjá Strandferðsluni.
Størsta farleiðin í fjør var Tórshavn-Klaksvík við 127.067 ferðafólkum. Tað er eisini á júst tí leiðini, at minkingin í ferðafólkatalinum var størst. 137.966 ferðafólk vóru á farleiðini í 2016, og er minkingin sostatt á umleið 10.000 ferðafólkum.
Minsta farleiðin í ár var farleiðin millum Klaksvík og Kunoy, ið flutti 315 ferðandi í 2017. Tað var tó ein munandi vøkstur frá f2016, tá 228 fólk brúktu leiðina.