Ungdómsvirksemi
Danski grunnurin, Lokale-og Anlægsfonden, sum er stovnaður í 1994, hevur 140 mio krónur í eginpeningi.
Tað eru Danmarks Idræts-Forbund, Danske Gymnastik-og Idrætsforeninger, Dansk Firmaidrætsforbund og Dansk Ungdoms Fællesråd, sum eiga eginpeningin í grunninum.
Aftrat hesum fær LOA-grunnurin, sum hann eisini verður róptur, á hvørjum ári umleið 80 mió krónur frá Danmarks Tipstjeneste, sum nú eitur Danske Spil.
Úr hesum grunni kann søkjast um pening til nýskapandi verkætlanir innan ítrótt, mentan og frítíðarvirksemi – í breiðum høpi.
Tað er mentamálaráðið hjá donsku stjórnini, sum umsitir LOA-grunnin.
Stórir møguleikar
Petur Elias Petersen, sum er stjóri í føroysku ítróttarveddingini, heldur, at Føroyar høvdu havt góðar møguleikar at fingið pening og stuðul úr LOA til ymiskar verkætlanir, um vit vóru tilmeldaðir grunninum.
- Ein og hvør kann ikki vera tilmeldaður grunnin og kann tískil heldur ikki søkja úr honum. Hinvegin góðtekur LOA, at eitt nú Føroya landsstýri kann koma við árligum íkasti og soleiðis gera tað møguligt hjá føroyingum at søkja um stuðul til ymiskar verkætlanir, sum hava við ítrótt, mentan og ymiskt frítíðarlív at gera.
Hann sigur, at føroysk ítróttarvedding hevur leingi vitað um LOA-grunnin og møguleikarnar at søkja úr honum.
- Fyri umleið tveimum árum síðan byrjaðu vit óformelt at venda okkum til landsstýrismannin, sum umsitir ítrótt og mentan um møguleikarnar fyri, at Føroya landsstýri tilmeldar seg grunnin og rindar tað, sum luttøkan kostar.
Petur Elias sigur, at
landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, sum umsitir ítrótt og mentan, hevur verið positivur, og sum skilst verður arbeitt við hesum máli, soleiðis at tað verður møguligt hjá føroyingum at søkja um stuðul til verkætlanir úr grunninum.
Ymisk endamál
- LOA hevur eina heimasíðu, og har kunnu fólk síggja, at grunnurin seinastu árini hevur játtað pening til mong ymisk endamál, sum hava við ungdóm – ítrótt, mentan og ymiskt frítíðarvirksemi – at gera.
Petur Elias ivast onga løtu í, at
nógvar verkætlanir, sum eru frammi her á landi, høvdu havt møguleikar at fingið stuðul úr grunninum, og talan kann skjótt gerast um heilt stórar upphæddir, um verkætlaninar eru áhugaverdar.
- Grønlendska heimastýrið hevur verið tilmeldað grunnin í nøkur ár, og vit vita, eitt nú svimjihøllin í Nuuk hevur fingið eina munandi upphædd, sigur hann.
Hann væntar, at parturin hjá Føroya landsstýri og harvið atgongdin hjá føroyingum at søkja grunnin hevði verið um hálva miljón krónur um árið.
- Vit hava ikki skrivliga vent okkum til landsstýrismannin við hesum, men hava greitt honum frá, hvørjir møguleikarnir eru, leggur hann aftrat.
Á heimasíðuni hjá Lokale-og Anlægsfonden lesa vit, at grunnurin kann stuðla, vera við til at menna og ráðgeva um bygging innan ítrótt, mentan og frítíð, og talan kann vera um allar møguligar verkætlanir – heilt frá skótahúsum til felagshús av ymiskum slagi.
Grunnurin hevur nevniliga møguleikar at stuðla í øllum “hornum” innanítrótt, mentan og frítíðarlív, og soleiðis eisini innan tónleik, dans, søvn og framsýningarvirksemi.
Hentur møguleiki
Petur Elias Petersen vísir á, at nú talan er um at byggja skótahús í Runavík og við Leynavatn, ungdómshús í Árnafirði, virkishús í Klaksvík, ítróttarhøll í Sandoynni og í Skálafirði – bara fyri at nevna onkrar verkætlanir úr rúgvuni, høvdu vit havt møguleikar at søkt um stuðul úr LOA-grunninum, um Føroya landsstýrið var tilmeldað.
- Tað, sum vit mugu gera, er at taka upp samráðingar við grunnin og soleiðis fáa at vita, hvørjar treytirnar fyri tilmeldan eru.
Hann heldur, at tey sambond, sum eitt nú føroyska ítróttarveddingin hevur í Danmark, kundu “geitað” føroyskar myndugleikar á gátt hjá LOA-grunninum, soleiðis at partarnir kundu byrjað at tosað saman um tilmeldan og samstarv.
- Eg ivist onga løtu í, at hetta hevði verið ein góð íløga hjá Føroya landsstýri – ein íløga, sum við tíðini hevði komið fleiri falt aftur heim til Føroya til ymiskar verkætlanir her á landi, sigur Petur Elias Petersen, stjóri í føroysku ítróttarveddingini.