Hálv-marathon í Havn

Komandi leygardag tann 4. mai klokkan 13 skipar Bragdið fyri FM í hálv-marathon í Havn. Av misgávum kom at standa í blaðnum í gjár, at talan var um heilt marathon, men hetta skal rættast til hálv-marathon.
Byrjað verður á leiðini við Bursatanga, og runnið verður eftir slættari leið niðri við kajøkið og úti við Strond.
Bragdið boðar frá, at øll eru vælkomin ung sum gomul. Aldursmarkið er tó 16 ár.
Tey, ið hava hug at royna seg í hálv-marathon, kunnu boða frá luttøku á kajøkinum hálvan tíma áðrenn startskotið.