Í dag eru júst 50 ár liðin, síðani kommunistiski landsfaðirin í Kina, Mao Zedong, gav fólkinum boð um at reinsa hús hansara fyri alt, sum var borgarligt. Eina hálva øld seinni er ógvusliga mentanarkollveltingin framvegis ein eymur kapitul í kinesisku søguni.
Tann sokallaða “stóra proletara mentanarkollveltingin” skuldi reinsa út øll tey við “óreinari læru”, ið søgdust at hava vavt seg upp í máttmikla kommunistaflokkin í Kina. Nú skuldi kollveltingin endurnýggjast, og við stórum veggjaavísum skuldi fólkið fáa at vita, hvørjar hugsjónir vóru tær røttu.
Men úrslitið bleiv ein bylgja av harðskapi, tí bara fáar dagar eftir at Mao hevði lýst kollveltingina, fanst ein lærari í heimspeki við universitetið í Peking at leiðsluni fyri at kúga tey kollveltingarhugaðu.
Gekk út yvir milliónir
Úrslitið av hesum var Reyða Gardan, sum var ein hópur av Maotrúgvum studentum, ið mishandlaðu lærarar og onnur til deyða, tí tey vóru undir illgruna fyri ikki at fylgja røttu kommunustisku læruni.
Mentanarkollveltingin elvti til, at milliónir av kinesarum blivu settir at gera hart revsiarbeiði og túsundtals blivu avrættaðir. Harðskapurin var ringastur tey fyrru árini, men ikki fyrr enn Mao Zedong doyði í 1976, hasaði tað ringasta av.
Ikki fyrr enn fimm ár seinni staðfesti kommunistaflokkurin í 1981, at mentanarkollveltingin hevði elvt til “álvarsligara bakslagið og størstu tapini” fyri flokkin, landið og fólkið, siðani Fólkalýðveldið Kina var sett á stovn í 1949.