KÍ fekk mikukvøldið vind í seglini, har teir vunnu 1-0 á AB. KÍ var nógv betra liðið, og taka teir spælið frá tí dystinum við sær til Runavíkar í dag, sær veruliga spennandi út. Leikararnir funnu hvønn annan væl, og tað sást veruliga aftur á verjuni hjá KÍ, at hon hevði fingið verjuskansan, Kaj Ennigarð, við aftur.
Ein smeitur hjá KÍ er tó, at Atli Danielsen hevur leikbann. Hann er komin til Føroya at halda summarfrí, og fekk hann loyvi at spæla við KÍ í tveir dystir. Summarfrítíðina hjá sær longdi hann um, tá ið hann fekk sær reytt kort mikukvøldið, og má sita uttanfyri í kvøld.
NSÍ hevur als ikki verið ov sannførandi seinastu tíðina. Teprir sigrar og javnleikir í fýra teimum seinastu dystunum hava spátt iva um, hvørs NSÍ megnar at halda fast í oddinum. Hetta er síðsti møguleiki teirra at hála inn á B36 undan summarsteðginum.
NSÍ kann fegnast um at hava allar mans tøkar til dystin í dag.