Hált og vindur í støðum í dag

Landsverk sigur frá, at í morgun eru upp í 31 m/s á Fámjinsvegnum, meðan tað eru 26 m/s í Hvalba. Tað eru eisini 26 m/s í Streymnesi. Annars liggur vindurin kring landið i skrivandi stund um teir 20 m/s í hvirlunum, meðan tað er munandi minni vindur - niður í 10 m/s í Vágum og Mykinesi, Runavík og á Kambsdali. 

 

 

 

 

Tað er eisini hált í støðum. Sambært Landsverki er tað hált á Kambsdali, á Høgareyni og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. 

 

 

 

 

 

Danska veðurstovan, DMI sigur í morgun, at í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 - 15 m/s. Tað verður skíggjað og regn og hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið og um náttina verður klárari í veðrinum. Hitin um náttina niður í 0 stig til 4 hitastig. 

 

 

 

 

 

Hósdagin sigur hann frá stívum andøvsguli upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 - 15 m/s. Tað verður skíggjað og regn, kavaæl ella kavi, hitin millum 1 og 5 stig, um náttina niður um 0 stig í støðum í landinum.