Hólmin á Eiði er friðaður

Hans Kárason Mikkelsen (HKM) skrivar í einum teigi í Dimmalætting 24. sept. um Hólman á Eiði, og har sigur hann, at tvær dunnur hava forkomið einum ætlaðum stadionøki

Ein og hvør, sum lesur hatta, hugsar við sjálvum sær, at tað kann ikki vera rætt – og tað er tað sjálvsagt heldur ikki. Greinin er tikin úr leysari luft og vísir einans, hvussu lítið HKM kennir til viðurskiftini.

 

Hólmin

Hólmin er blotin mitt á Eiði, sum fyri einum mannaminni síðan var vatn. Eiðismenn veittu vatnið burtur, og síðan kom hesin serstaki blotin ístaðin. HKM skrivar, at Hólmin er "eitt díki, sum tykist vera friðað." Men her fer hann skeivur, tí Hólmin ikki bara tykist vera friðaður – hann er friðaður. Í Náttúruverndarlógini stendur, at innangarðs eigur ikki at verða bygt nærri enn 300 m frá vøtnum uttan loyvi frá Friðingarnevndini. Fyri fleiri mánaðum síðan gjørdust limir í Fuglafrøðifelagnum varir við, at eitt økið niðri á Hólmanum var uppgrivið. Fuglafrøðifelagið spurdi seg fyri hjá Friðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu og Yvirfriðingarnevndini, og tað gjørdist greitt, at eingin umsókn um loyvi til hesa bygging var komin inn. Seinni varð planerað, og ein barnagarður stendur nú í gerð. Í julimánaði stóð at lesa á heimasíðuni hjá Eiðis Kommunu, at nú skuldi stadion byggjast mitt í Hólmanum. Fuglafrøðifelagnum gjørdist greitt, at her ruggaði neyvan rætt. Síðst í juli heitti Fuglafrøðifelagið tí í skrivi á Friðingarnevndina í Eysturoy um at taka hesi bæði málini upp: Planeringina til barnagarðin og ætlaða stadionøkið.

 

Áheitan

Tað eru tvær orsakir til, at Fuglafrøðifelagið heitti á Friðingarnevndina um at taka hetta mál upp. Onnur orsøkin er, at vit vilja, at tær lógir, sum eru gjørdar til at verja okkara náttúru, verða hildnar. Hin er, at vit meina, at Hólmin eigur at verjast. Í sjálvum Hólmanum hava vit sæð fleiri áhugaverd fuglasløg, eitt nú teymentir, krikkentir og jarðarkonur. Men eisini meina vit, at Hólmin stuðlar tí sera ríka fuglalívi, sum sæst á sjálvum Vatninum og eisini uttanum. Vatnið og økið eru sera áhugaverd. Har kunnu m.a. síggjast gjørir, svanir, súgentir, kolentir, tannentir, tangspógvar, reyðspógvar, svarthálsur, lítlar mýrisnípur og nógv onnur fuglasløg. Tískil meinar Fuglafrøðifelagið heilt greitt, at HKM fer skeivur í sínari lýsing, sum er, at "fuglalív er lítið og einki at síggja til".

 

Lógin er brotin

Støðan nú er tann, at Friðingarnevndin í Eysturoy hevur heitt á Eiðis Kommunu um at steðga arbeiðinum, tí neyðug loyvi eru ikki tøk. Tað tykist neyðugt at lýsa hetta út í æsir enn eina ferð, tí fleiri viðmerkingar hava staðið í bløðunum, sum greitt vísa, at fólk hava misskilt støðuna. Tað er ikki, sum Sverre Kruse skrivar í Dimmalætting 28. sept., at "so kom Náttúrufriðingarnevndin uppí og segði stopp. Hon vildi friða hetta runudíkið." Veruleikin er, at Eiðis kommuna breyt lógina, og Náttúrufriðingarnevndin hevur kravt, at lógin skal haldast. Fuglafrøðifelagið hevur tað greiðu støðu, at tann oyðing av friðaðum lendi, sum longu er farin fram – lógarbrotið – eigur at fáa fylgjur fyri tey seku.

 

 

Nógv ólóglig bygging?

Tíverri steðgar søgan ikki her, tí nakað rættiliga ørkymlandi er komið fram í fjølmiðlunum. Í einari samrøðu í Dimmalætting stendur at lesa 20. sept. "Tó heldur Anfinn Kruse, at tað er løgið so nógv onnur byggimál á Eiði fáa frið, sum eisini liggja innan fyri 300 metrar markið", og HKM vísir somuleiðis til, at nógv hevur verið gjørt innan fyri 300 metrar frá Vatninum – "Ein barnagarður", "Korndalsbýlið", "garasju" og "útbyggja húsini". Her rør sjálvur varaborgarstjórin upp undir, at her tróta loyvir í nógvum øðrum førum. Á Eiði er sostatt nógv ólóglig bygging farin fram í friðaðum lendi, og hetta er lendi, sum hevur stóran týdning fyri fuglalívið.

 

Fuglafrøðifelagið vil hervið heita á avvarðandi myndugleikar um at taka hetta, sum Anfinn Kruse og Hans Kárason Mikkelsen nevna, upp til viðgerðar.