Báðir hava teir fingið sín fótbóltsuppvøkstur í B68, men kortini er hvørgin teirra í dag at finna í barndómsfelagnum. Fróði Benjaminsen hevur verið útlagin toftamaður í Havn í sjey ár – fyrst í B36 og síðstu trý árini í HB – og seks ára gamli Jann Ingi Petersen spælir á øðrum ári í Runavík. Báðir hava teir eisini verið uttanlands og roynt seg, Fróði í Íslandi og Jann Ingi í Danmark.
Fyrstu ferð, teirra fótbóltsleiðir krossaðust, var tá Fróði var smápiltavenjari hjá Jann Inga, men annars hava teir eisini báðir spælt á besta liðnum hjá B68 eitt skifti.
– Longu tá Jann Ingi var smádrongur, komu hansara sera góðu evni til sjóndar, minnist eg. Og nú sær út til, at hann í síðstuni aftur hevur ment seg so nógv, at hann má sigast at vera komin ordiliga fyri seg sum fótbóltsspælari, sigur Fróði, sum í annaðkvøld við HB kemur at vitja Jann Inga og teir í NSÍ.
Eisini Jann Ingi hevur bert føgur orð at bera kappingarneytanum á miðvøllinum, sum hann sá nógv upp til, tá hann sjálvur var yngri og skuldi royna seg millum teir vaksnu.
– Eg veit ikki akkurát, um Fróði beinleiðis var mín fyrimynd, tá eg var smápiltur, tí tá var hann enn ikki komin upp á fyrsta lið. Men tá eg sjálvur var yngri, sá nógv upp til hann, tí tað er jú eingin ivi um, at hann er ein heilt ótrúliga góður fótbóltsspælari. Hann dugir tað mesta og er líka góður allastaðni á vøllinum. Og so fær hann nógv mál eisini, sigur Jann Ingi.
Báðir vilja vinna
Nú teir báðir møtast í fyrsta veruliga oddadystinum í landskappingini í ár, halda bæði Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen, at hóast kappingin enn ikki er komin í helvt, hevur tað nógv at siga at fáa nakað burtur úr júst hesum dystinum.
– Vit hava verið oddalið í eina tíð nú, so tí skulu vit helst ikki snáva nú. Tí hevur tað øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit vinna dystin. Tað koyrir øgiliga væl hjá NSÍ fyri tíðina, so tí mugu teir ikki sleppa avstað nú. Hetta er sjálvandi ein øgiliga trupul dystur, men vit fara inn til Runavíkar fyri at vinna, sigur Fróði.
Og sum væntandi er, hava Jann Ingi og teir í NSÍ júst somu ætlan, nú teir taka ímóti HB við Løkin:
– Ja, hetta er ein dystur, sum má og skal vinnast. Vit skulu tora at spæla upp á okkara máta, tí tað hevur riggað væl hjá okkum higartil, og vit mugu frameftir, tí tað er tað, vit duga best. Tað verður ikki lætt, tí HB roynist altíð væl, men vit ætla okkum at vinna henda dystin eisini, sigur Jann Ingi.
At talan er um stevnudyst, samstundis sum hetta er toppdystur, fær báðar at síggja fram ímóti dystinum við spenningi, tí tað skuldi givið bestu karmar um hesa uppgerðina. Báðir eru samdir um, at roknast kann við nógvum áskoðarum, men at tað bara ger tað uppaftur stuttligari at spæla, samstundis sum eisini sjálvur oddasessurin stendur upp á spæl.
Hóska væl saman
Flestu munnu vera á einum máli um, at NSÍ og HB eru tvey lið, ið standa væl til hvørt annað, og hesum taka eisini bæði Jann Ingi Petersen og Fróði Benjaminsen undir við. Men hóast mong eisini munnu halda, at tað júst er á miðvøllinum hesir dystirnir kunnu verða avgjørdir, leggja teir meira dent á samlaða liðavrikið, tá teir skulu seta orð á, hvat kann avgera dystin.
– Vit hava víst í teimum undanfarnu dystunum, at vit eru væl fyri og koma altíð sterkt aftur, sjálvt tá vit koma afturum. Og vit koyra á alla tíðina, líka til dysturin er liðugur. Umráðandi er tí, at vit eru klárir og til reiðar at stríðast allan vegin, sigur Jann Ingi, sum gleðir seg til dystin, tí hann heldur, at bæði NSÍ og HB eru tvey lið, sum vilja og kunnu spæla góðan fótbólt.
Hesum tekur Fróði eisini undir við, samstundis sum hann ásannar, at bæði liðini hava havt viðrák í kappingini higartil og nú skulu vísa, hvør dugur veruliga er í teimum.
– Sum sagt, er tað torført at koma til Runavíkar at spæla, og tá NSÍ tey seinnu árini hevur spælt okkum eitt puss, hevur tað sum oftast verið við Løkin. Men fyri okkum ræður um at fáa tað besta av okkara spæli fram, so tí verður tað eitt sindur upp til okkum sjálvar, skulu vit vinna henda dystin og aftur leggja okkum á odda, sigur Fróði.
Spurningurin er so, um tað í annaðkvøld endar við, at NSÍ enn eina ferð setir met og tekur níggjunda sigurin á rað, ella um HB við sínum áttanda sigri í ár aftur yvirtekur oddasessin. Triði møguleikin er javnleikur…