Hólmgonga um politikk og átrúnað í Miðlahúsinum

Í sambandi við nýggja essay-savnið ?Krossvegir? verður kjaktiltak í Miðlahúsinum hóskvøldið kl. 20 um kristindómsins leiklut í føroyskum politikki Hvønn leiklut skal kristindómurin hava í føroyskum politikki?

Hesin spurningurin verður snúningsdepilin undir kjaktiltaki í Miðlahúsinum hóskvøldið kl. 20, tá Kristianna Winther Poulsen, Sjúrður Skaale, Rúni Rasmussen og Bill Justinussen fara at kjakast um hendan spurning. Undir tiltakinum fer Hanus Johansen at spæla og syngja.

Tiltakið verður hildið í sambandi við nýggja essay-savnið ?Krossvegir?, har fimtan føroyskir høvundar skriva um viðurskiftini millum átrúnað og politikk í Føroyum, og sum Páll Holm Johannesen og Heini í Skorini hava ritstjórnað. Tey trý Kristianna Winther Poulsen, Sjúrður Skaale og Rúni Rasmussen eru millum teir fimtan høvundarnir í bókini, meðan fjórði luttakarin í panelinum hóskvøldið, Bill Justinussen, situr á tingi fyri Miðflokkin.