Hetta málið er eitt av teimum týðiligastu prógvunum um, at øll í Føroyum eru ikki líka fyri lógini.
Samstundis, sum landið við rundari hond stuðlar badmintonhøll í Klaksvík og ítróttarhøll á Sandi, alt gott um tær at siga, so vil landið ikki stuðla bygging av nýggjari ítróttarhøll í Havnar kommunu.
Tað ásannar Tórshavnar býráð, og skal høvuðsstaðurin ikki gerast eftirbátur í ítróttar- og trivnaðarmøguleikum, noyðist hann at taka slík mál í egnar hendur – so leingi skil er í tí.
Hesaferð var kortini ikki so nógv nýtt í málinum um Neistahøllina. Tann prinsipiella støðan um eykastudning til høllina fyri tann studningin, sum væntaður var frá landinum, varð tikin á almennum býráðsfundi longu í juni, tá eitt samt býráð tók undir.
Hesaferð varð gjørd ein regulering av útgjaldinum av eyka íløgustuðlinum úr 10 árum niður i trý ár vegna tess, at tað varð ikki hildið skilagott at tamba hann ov langt út. Eisini hetta varð einmælt samtykt.
Hondbóltsfelagið Neistin hevur gjørt eitt megnararbeiði at fáa til vega pening til hesa høll. Felagið kemur sjálvt við heili 10 milliónum krónum.
Staðsetingin er sera áhugaverd í tí í ítróttarhøpi ikki sørt .tilafturskomna Vesturbýnum, sum eins og kommunan øll hevur hesa høll avgjørt fyri neyðini.
Málið hevur ligið meir og minni á býráðsins borði í átta ár, so nú var tíð upp á at fáa tað frá hondini.
---