Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verða í ár leiktar í KÍ-høllini í Klaksvík.
Byrjað verður klokkan 13.00 og hildið verður á til umleið umleið klokkan 21. Á skránni eru fýra dystir.
13.00 Fleyr – TB (kvinnur)
15.00 Dráttur – Mjølnir (kvinnur)
17.00 ÍF – Mjølnir (menn)
19.00 SÍ b – SÍ a (menn)
Undanfarin ár eru hálvfinalurnar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at hendan í ár er undir umbygging og ikki verður klár til 10. februar, hevur Flogbóltssambandið lagt dystinar í KÍ-høllina.
Les eisini P¤¤¤býtt at spæla hálvfinalur í KÍ-høllini
Í sambandi við dystin verður taraflex-gólvið lagt út eins og aðrar broytingar verða gjørdar, so høllin verður ikki at kenna aftur.
Bæði Rás 2 og KVF senda frá tiltakinum í KÍ-høllini 10. februar.