Høllin á Skála er stúgvandi full

Tað er møguleiki fyri, at FM í kvinnuhondbólti verður avgjørt í kvøld

Hesin dagurin verður góður fyri Skálafjarðartunnilin. Nú klokkan 18 var fyrsta bríksl í fjórðu FM finaluni í kvinnuhondbólti. Dysturin er í ítróttarhøllini á Skála. StÍF eigur heimavøll ímóti Neistanum.

StÍF hevur vunnið tvær finalur, og Neistin hevur vunnið eina finalu. Um StÍF vinnur í kvøld, so verður StÍF meistari. Um Neistin vinnur, so verður neyðugt við fimtu og avgerandi finaluni.

Í meiri enn ein tíma hevur tað verið stríður streymur av bilum úr høvuðsstaðnum og inn á Skálafjørðin.

Høllin á Skála er stúgvandi fulla av fólki – fjepparum hjá StÍF og fjepparum hjá Neistanum.

Eftir átta minuttir er støðan 4 - 4.