Høllin á Nabb er nú í so ringum standi, at okkurt má gerast beinanvegin, sigur Annfinn Brekkstein, nevndarformaður í høllini. Høllin er 30 ár og niðurslitin.
Tí hava vit gjørt eina verkætlan, sum skal gera høllina sum nýggja aftur. Arbeiðið kemur at kosta 4,2 mió. kr., og hava vit sent mentamálanevndini skriv um ætlanina. Vit hava tó ikki fingið svar enn.
Høllin skal fíggja ein part sjálv, og roknað verður við, at arbeiðið fer at taka eini tvey, trý ár.
Tað eru gjørdar ov nógvar lappaloysnir í høllini, sum nú koma okkum aftur um brekku, sigur Annfinn.
Nýggja verkætlanin snýr seg fyrst og fremst um at skifta tak og klædning, umbyggja inngongdina, nýggjar stólar ístaðin fyri benkur. Høllin skal hava læknarúm, dómararúm og fýra skiftirúm; pallurin skal broytast, nýtt skal leggjast á gólvið, og høllin skal málast innan.
Annars er gólvið tað frægasta í høllini, men gólvbelegningurin skal skiftast. Alt annað í høllini er í sera ringum standi.
Vit kunnu ikki liva við umstøðunum, og býurin kann ikki liva við, at høvuðshøllin ikki kann nýtast til fulnar.
Nú bíða vit eftir mentamálanevndini, og eg eri ikki í iva um, at nakað fer at henda í nærmastu framtíð, sigur Annfinn Brekkstein.