Fótbóltur
KÍ hevði eina risastóra skuld, tá felagið á sumri 2005 varð umskipað.
Uppsamlaða undirskotið var somikið stórt, at okkurt heilt álvarsligt skuldi henda, um felagið skuldi hóra undan, og saman við eitt nú Norðoya Sparikassa varð ein loysn skrúvað saman.
Hendan loysnin innibar, at eitt nýstovnað felag keypti KÍ-høllina frá KÍ fyri á leið seks milliónir krónur. Nýstovnaða felagið hevði tvær milliónir í partapeningi, og av hesum átti KÍ aðra. Hin helmingin átti Heim, ið er íløgufelag hjá Norðoya Sparikassa.
Tær seks milliónirnar, sum KÍ fekk fyri søluna, vórðu – umframt eina millión til partapening – fyri tað nógva nýttar til at gjalda skuld við. Og hartil varð smápartafelag stovnað. Eitt smápartafelag, sum skuldi taka sær av rakstrinum av besta mansliðnum hjá KÍ.
Síðani hevur sjálvt KÍ verið rikið uttan tær heilt stóru fíggjarligu armrørslurnar, og einasta aktivið, sum kann skapa neyðuga gjaldføri til at betala eina hálva millión, eru partabrøvini í felagnum, sum eigur høllina.
Hvør ein møguligur keypari skal verða, er so eitt annað mál. Heim – ognarfelagið hjá Norðoya Sparikassa – er kanska ein møguleiki. Eisini, tá hugsað verður um, hvussu stóran lut Norðoya Sparikassi hevur í átt í teimum endurskipanum, sum eru framdar í KÍ.
Ein annar hugsandi møguleiki er hondbóltsfelagið, Stjørnan. Sum er, er Stjørnan partur av KÍ, men júst hetta sakarmálið kann hava við sær, at Stjørnan endaliga slítur frá fótbóltinum. Hetta fyri ikki at risikera ein húsagang av viðurskiftum, sum einki hava við hondbóltspartin at gera.
Og triði møguleikin er sjálvandi Team Klaksvík, sum er hitt hondbóltsfelagið í býnum. Felagið leigar seg í løtuni inn í nýggju badmintonhøllini, men tað er ikki nøkur forðing í so máta at skifta høll. Og sum eitt lítið kuriosum kann her nevnast, at formaðurin í Team Klaksvík eitur Fríðin Ziskason. Sami maður, sum er nevndarformaður í Sp/f KÍ.