Høllin á Hálsi ongan góðan!!

Tað var ein stórur dagur hjá ítróttafólki í Havn, tá ið høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu á sumri 1970. Nú høvdu vit megnað tað sama sum klaksvíkingar, sum fingu sína fyrstu høll hálvtannað ár frammanundan.

Upplivilsini í høllini hesi skjótt 40 árini hava eisini verið nógv. Bæði ítróttafólk og áskoðarar eiga nógv minni haðani. Høllin hevur somuleiðis hýst ein hóp av øðrum tiltøkum enn ítrótti. Tað hevði tikið langa tíð at reksa tey øll upp.

Serliga hondbólturin broyttist nógv, tá ið vit sluppu av asfaltvøllinum og inn í høllina, har ið veður og vindur ongantíð gjørdi spælið tvørligt.

Tað gjørdist eitt heilt annað hondbóltspæl, ið nú var møguligt at spæla, og ungdómurin fylktist um hondbóltin.

Hóast feløgini í høvuðsstaðnum øll árini hava knossast við stórar útreiðslur til hallarleigu, so hevur eydnast at ment hondbóltin við hjálp frá mongum góðum kreftum, sum uttan eitt oyra í samsýning hava brúkt alla sína frítíð til hetta sosiala arbeiði.

Høllin hevur hesi árini verið brúkt, um ikki nátt og dag, so í øllum førum hvønn einasta dag alt árið – hvørt vikuskifti við.

Slíkt virksemi fer sjálvsagt illa við eini høll, og tað kostar at halda við líka. Tað hevur tí í fleiri ár verið øllum teimum, ið regluliga vitja høllina, greitt, at umfatandi ábøtur vóru neyðugar.

Hetta megnaðu feløgini tó ikki at gera sjálv. Tí var fyri nøkrum árum síðan avtala gjørd við Tórshavnar Kommunu um, at kommunan skuldi keypa høllina og síðan gera tær ábøtur, ið neyðugar vóru, og annars gera sítt til, at vit fingu eina høll, ið stóð aljóða mát á øllum økjum.

Søludagurin, tá ið høvuðsstaðarkommunan keypti høllina fyri 1 krónu, var ikki minni gleðiligur fyri feløg og ítróttafólk enn vígsludagurin var tað í juli 1970.

Nú fóru vit at fáa eina nýmótans høll í Havn, í landsins høvuðsstaði!! Eina høll, ið kundi hýsa alskyns ítrótti og øðrum tiltøkum við! Tað varð okkum lovað av býarmyndugleikunum, og vit trúðu hvørjum orði!

Men vit hava higartil bíðað til fánýtis. Høllin er enn tann sama, ábøturnar hava ikki verið nógvar, og nú tykist tað sum mugu vit síggja tann veruleikan í eyguni, at høllin á Hálsi eigur ongan góðan í verandi býráðssamgongu. Tíðindi ganga um, at umbyggingarætlanin er slept! Kanska fer at verða pjøssað eitt sindur her og har, men nøkur nýmótans høll, soleiðis sum sett varð út í kortið, verður ikki veruleiki.

Vit, sum hava havt nógvar góðar løtur í høllini, og sum eru góð við hana, spyrja hví?

Er tað kanska tað, at allur hondbóltur skal burtur úr Gundadali? Stendur høllin í vegin fyri onkrum øðrum?

Vit vita sjálvsagt ikki, hvat ið gongur fyri seg innanveggja niðri á Vaglinum, og tí spyrja vit: Hvørja ætlan hevur býráðið, tá ið talan er um ítróttahøll í Gundadali? Hvørja ætlan hava tey ráðandi í býnum um, at vit, sum allir aðrir høvuðsstaðir við respekt fyri sær sjálvum, kunna hýsa altjóða hondbóltsdystum í framtíðini uttan at neyðugt er við undantaksloyvi, tí at umstøðurnar eru ikki nøktandi? Er tað størsta býnum í landinum verdugt?

 

Góði Heðin Mortensen.

Tú hevur eitt stórt hjarta, tá ið talan er um ítrótt, tað vita vit. Tú situr eisini sum formaður í nevndini fyri høllini á Hálsi. Tú ert býráðsformaður og formaður í fíggjarnevndini: Hvørja ætlan hevur nevndin í høllini viðvíkjandi útbygging, og hvat ætlar Tórshavna Býráð?