Hálkuóhapp í Havn

Jóladag var eisini eitt minni ferðsluóhapp í Havnini, tá tveir bilar rendu saman á Hoyvíksvegnum. Vakthavandi staðfestir, at orsøkin til óhappið var hálka, og at hvørgin bilførari var ávirkaður av rúsdrekka.
Bilarnir gliðu á hvønnannan, og fingu bert smávegis skaða.