Tað hendir hvørja ferð, at hálka kemur óvart á bilførarar, og soleiðis var eisini um vikuskiftið, tá seks bilar vóru í ferðsluóhappum. Løgreglan hevur havt eitt sera friðarligt vikuskifti. Fimm full fólk og ein bilførari, ið koyrdi ávirkaður.
Men hálka hevur verið, og tað kemur altíð óvart á bilførarar. Seks slík ferðsluóhapp hava verið um vikuskiftið, og trý teirra vóru í Hósvík, har ein limosine koyrdi inn í ein garð, meðan tveir vøruvilar endaðu hvør sínu megin landsvegin.
Eingin mannskaði stóðst kortini av hesum seks ferðsluóhappunum.









