Hálka ger aftur um seg

Hóast tað var summarmáladagur í gjár, so vaknaðu føroyingar í morgun til, at kavi aftur hevði lagt seg um bø og haga.


Koyrilíkindi eru eisini ring um landið, og á øllum flest øllum oyggjum ávarar Landsverk um hálku.


Landsverk boðar frá hálku á Brekkuni Stóru í Sandoynni, meðan roknast kann við hálku á Viðareiðisvegnum, í Klaksvík, á Kambsdali, á Høgareyni, á Oyggjavegnum, í Kaldbaksbotni, á Sundi, við Velbastaðháls, á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi.


Harumframt verður boðað frá nógvum vindi á Kambsdali, 28,6 m/s, og á Oyndarfjarðarvegnum, 28,5 m/s.