Ætlanin við at samanleggja útvarpið og sjónvarpið hevur verið púra greið alla tíðina. Grundin var rationalisering bæði so og so. Og tað merkir eisini samanlegging reint fysiskt.
Tað sigur landsstýrismaðurin við ábyrgd av kringvarpinum, Jógvan á Lakjuni.
Tað gevur væl eisini eina greiða ábending um júst hetta, at landsstýrið útvegaði øki at byggja gomlu útvarpshúsini út á uppi í Sortudýki.
- Støðan hjá mær hevur alla tíðina verið greið, tað hevur alla tíðina verið meiningin, at stovnarnir skulu leggja saman fult og heilt, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann viðgongur tó, at tað hevur gingið longri tíð enn neyðugt at fáa alt upp á pláss, tí longu í vár hevði hann málið fyri á landsstýrisfundi, men tá bleiv tað ikki avgreitt, tí ynski var um at seta hesa útbyggingina í eina langtíðar íløguætlan.
- Men eg havi fingið politiska vissu fyri, at málið verður avgreitt nú í heyst tíðliga, sigur Jógvan á Lakjuni.
Selja Vørðsluna
Sostatt er politisk semja í málinum, og alt, ið nú vantar, er at fáa tað ígjøgnum løgtingið. Alt er púra klárt og útbyggingin er projekterað, so tá ein verklagslóg er samtykt, skuldi verið klárt at farið undir útbyggingina.
Um gomlu kappingarneytarnir longu nú kundu arbeitt betur saman, hevur landsstýrismaðurin onga viðmerking til. Men hann vísir á, at tað eftir hansara tykki hevur gingið væl við samanleggingini, og at umsitingin nú er savnað uppi í Sortudýki.
- Viðvíkjandi hølisviðurskiftunum veit eg, at teir eru eitt sindur ótolnir, tí alt hevur verið klárt frá teirra síðu í eina tíð nú, sigur Jógvan á Lakjuni.
Alt tekur tíð. Og samstundis er nógv byggivirksemi í landinum, og tað er ein orsøk til, at flokkarnir vildu hava útbyggingina av útvarpshúsunum við í eina langtíðar íløguætlan.
Hinvegin skuldi fíggingin verið lættari at avgreitt, tí tað liggur í ætlanunum at selja bygningarnar í Vørðsluni, og hetta kann í hvussu er fíggja ein part av útbyggingini í Sortudýki.
Og gongur sum landsstýrismaðurin ætlar, verður farið undir hetta arbeiði í heyst.