Húkurin verður standandi

Semja er gjørd millum Landsverk og Klaksvíkar Kommunu um at gera neyðug ferðslutrygdartiltøk við rundkoyringina við Norðoyatunnilin, so húkurin kann verða standandi. Stórt ynski hevur verið frá Klaksvíkar Kommunu um at lata standmyndina av húkinum, sum varð sett upp í sambandi við Sjómannadagin í fjør, verða standandi. Loyvi varð bert givið til at hava húkin standandi nakrar fáar dagar rundan um Sjómannadagin í fjør.

Ósemjan millum Landsverk og Klaksvíkar Kommunu snúði seg um, hvørt tað er nóg trygt fyri ferðsluna at hava eina standmynd í eini rundkoyring.

Á einum fundi millum stjóran á Landsverki, Ewald Kjølbro, og borgarstjóran í Klaksvík, Gunvá við Keldu, er júst avtalað, at nógv umtalaði húkurin á rundkoyringini við Norðoyatunnilin skal verða standandi. Tó er hetta treytað av, at kommunan rindar fyri at seta neyðug trygdartiltøk í verk, sum hava til endamáls at økja um ferðslutrygdina við rundkoyringina. Trygdartiltøk, sum eisini staðfest í tveimum kanningum, sum ávikavist Landsverk og Klaksvíkar Kommuna hava gjørt, hóast niðurstøðurnar í kanningunum ikki eru tær somu.

Ein felags bólkur millum partarnar er nú settur niður, ið hevur fingið til uppgávu nærri at greina, hvørji ferðslutrygdartiltøk skulu setast í verk. Talan verður ivaleyst um týðiligari skelting, at seta upp ferðgáar og ljós á íbindingarvegunum til sjálva rundkoyringina. Hesi tiltøk skulu til endaliga góðkenning hjá vegamyndugleikanum, sum er Landsverk, eins og tey verða løgd fyri avvarðandi nevndir og býráð til støðutakan, boðar Landsverk frá.