Húkurin bleiv í dag vaskaður av sløkkiliðnum í Klaksvík og er hetta gjørt í sambandi við Sjómannadagin, sum verður um vikuskiftið. Upprunaliga varð húkurin á rundkoyringini settur upp til Sjómannadagin í 2010. Loyvi varð tá bert givið til at hava húkin standandi í nakrar dagar rundan um tiltakið, tí Landsverk metti ikki ferðslutrygdin var í lagið.
Í 2011 gjørdi Landsverk tó avtalu við Klaksvíkar kommunu um, at húkurin slapp at verða standandi. Ósemjan millum Landsverk og Klaksvíkar Kommunu snúði seg upprunaliga um, hvørt tað er nóg trygt fyri ferðsluna at hava eina standmynd í eini rundkoyring.
Men eftir mikið kjak í almenna rúminum um hendan spurning og ferðslutrygd sum heild, fingu Klaksvíkar Kommuna og Landsverk eina semju í lag, og ein bólkur varð settur at svara, hvørji tiltøk skuldu setast í verk, til tess at betra um ferðslutrygdina á staðnum.
Í dag - 8 ár eftir hann varð settur upp av fyrstan tíð - er hann vaskaður og klárur at enn einaferð taka ímóti gestunum á Sjómannadegnum.