Stríðið um húkin í Klaksvík kann enda heilt í landsrættinum. Tað veldst alt um, hvussu treisk, ella prinsippføst, tey eru, sum nú í fleiri vikur hava stríðst um heimsins mest umtalaða húk.
Í øllum førum er greitt, at tað verður ikki enn á sinni, at ein endalig avgerð fellur um húkin
Klaksvíkingar vilja hava, at húkurin verður standandi í rundkoyringini, men landsverk vil hava hann burtur av trygdarávum.
Sum tað sæst longur niðri á Portalinum hevur húkurin fyribils verið reistur í Løgtinginum, men tað førdi so ikki til nakað, uttan at Annika Olsen, landsstýriskvinna viðgekk, at hon hevði víst vælvild móti teimum, sum fyriskipaðu sjómannadagin og tí hevði hon givið teimum fyribils loyvi at seta húkin upp í rundkoyringini. Men hon kundi ikki annað enn fylgja tilmælinum frá Landsverki og tí var tað ongantíð ætlanin, at hann skuldi verða standandi har.
Men klaksvíksingar halda, at borðið fangar og at nú húkurin er komin upp í rundkoyringina, skal hann verða standandi.
Landsverk hevur kravt hann tiknan niður, men klaksvíkingar seta hart ímóti hørðum og hava kært til vinnukærunevndina, sum nú viðgerð málið
Men tað kann verða ein drúgv viðgerð og áðrenn ein endalig støða fyriliggur, kann húkurin hava verið heilt í landsrættinum.
Anja Hovgaard, stjóri í Føroya Kærustovni, sigur, at áðrenn vinnukærunevndin tekur eina avgerð, skal málið sendast øllum pørtum til ummælkis og partarnir skulu eisini hava møguleika til at gera viðmerkingar til svarini hjá hvørjum øðrum.
Soleiðis kann málið ferðast aftur og fram ímillum Landsverk til allir upplýsingar eru komnir fram og eru svaraðir.
Hvussu leingi tað tekur, veldst um, hvussu leingi teir ymsu partarnir hava um at svara, men væntast kann, at í fyrstu syftu verður svarfreistin ein mánaði, men eru nógvar viðmerkingar, kann hoyringsumfarið taka rættiliga drúgva tíð.
Síðani tekur vinnukærunevndin so eina avgerð.
Men tann, sum tapir, hevur so møguleika fyri at leggja málið fyri Føroya Rætt, tað veldst um treiskni.
Og tann, sum so tapir har, hevur so aftur møguleikan fyri at skjóta málið inn fyri Landsrættin, tað veldst um enn meiri treiskni.