Hákun er havnarmaður, og hevur hann alt sítt vaksna lív arbeitt sum rør- og blikksmiður. Hann fór sum 14 ára gamal í læru hjá P/F Mariu Poulsen, har hann arbeiddi í mong ár. Tey seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt sum sjálvstøðugur, og er hann framvegis virkin.
Handalagið er gott, og Hákun trívist best, tá hann hevur okkurt at gera. Í frítíðini íðkar hann fimleik hjá Havnar Fimeikafelag, hann ger eisini grindaknívar, smúkkur og flaggstengur úr beini og ymiskt annað. Honum dámar væl at ganga túrar og at ferðast. Hann hevur t.d. verið við á oyggjaleikunum nakrar ferðir og eisini verið manga bussferðina uttanlands.
Hákun er ein persónligheit og ein býarmynd í Havn - er ofta í føroyskari húgvu ella í keppi. Hann er lættur at koma á tal við, er hittinorðaður og dugir væl at taka til.
Eisini er hann ein íðin HB-viðhaldsmaður og er til flestu dystirnar hjá HB, bæði í Havn og aðrastaðni í landinum.
Hákun er næstyngstur av teimum 12 børnunum hjá Helenu, f. Mouritsen, og Thomas Juel Mortensen í Havn. Raðfylgjan er hendan: Mourits, Óli, Maren Susanne (Marsanna), Jona, John Sofus (Jon), Jens Wenningsted (Wenna), Arne, Ebbe, Finn, Helgi, Hákun og Anna Louisa. Av hesum eru bert tvey tey yngstu eftir á lívi.
Hákun er giftist Hjørdis, f. Petersen úr Kollafirði. Tey eiga døturnar Elsebeth og Dianu. Barnabørnini eru seks í tali.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin 10. september hjá dóttrini Dianu í Fjalsgøtu 18 frá klokkan 17.