Hákun longt sáttmálan við Skanderborg

Evnaríki vongspælarin Hákun West av Teigum hevur longt sáttmála sín við danska felagið Skanderborg

Hákun West av Teigum, sum var partur av søguliga U17-landsliðnum, sum European Open í Svøríki í fjør, hevur í ár fingið møguleikan á besta liðnum hjá Skanderborg, sum spælir í bestu donsku kappingini.

Hann hevur gingið á akademinum hjá Skanderborg í nøkur ár, og nú í ár hevur hann so fingið møguleikan á besta liðnum, sum spælir í bestu donsku hondbóltskappingini. Tað hevur hann gjørt so mikið gott, at felagið hevur valt at gera ein trý ára sáttála við unga føroyingin.

Við heimasíðuna hjá danska felagnum sigur Hákun West av Teigum, at hann er sera fegin um at longja sáttmálan við Skanderborg.

- Hetta er mítt triðja ár í felagnum, og eg gleði meg at spæla trý ár afturat her, tí møguleikin fyri at menna seg sum hondbóltsspælara eru sera góð her, sigur hann.