So at siga hvønn dag hoyra vit í útvarpinum at tey eru farin av verðini mangan á ungum aldri. Hvørja ferð dregur hugur flestu okkara til ta stund, tá nøvn okkara verða nevnd í andlátslýsingum, ið tey avvarðandi merkja. Tá kann tað okkum
gera tað sama.
Nú ein dagin fyri kortum varð kunngjørt, at Hákun Joensen við Dalagøtu var farin av verðini
81 ára gamal. Veikur var hann vorðin ta seinastu tíðina; kortiliga ikki so illa fyri, at vit
báðir Hákun kundu skifta orð um mangt og hvat. At honum leið at evsta tíma, seinast
eg støkk inn á gólvið hjá honum og Solveig, vardi meg ikki.
Hákun var ein teirra, ið gjørdi lítið burturúr sær. Stillførur og lítillátin, men virkin. Í mong
ár var hann bókhaldari hjá ESSO, til hann seinni stovnaði sítt egna bókhaldaravirki.
Mong vóru tey, ið leitaðu sær ráð hjá honum, og eingin teirra fór tómhentur haðani.
Arbeiðssamur sum hann var, fekk hann sær eina trøð til leigu úti í Havnardali. Har velti hann
epli og annað ið okkara karga jørð kundi geva av sær við góðari viðferð. Har hevði hann
seyð og skurður hansara vignaðist eins væl og hjá okkum, ið høvdu seyð gangandi frammi undir
Sneis.
At vit báðir gjørdust vinmenn komst millum annað av, at kona mín og Hákun vóru so nær
skyld. Pápi hennara og Hákun vóru systkinabørn. Hákun var ættaður úr Sumba. Væl at sær
komin fór hann til Vágs at ganga í skúla og tók realskúlaprógv har. Haðani fór hann niður til
Danmarkar at búgva seg víðari út.
Aldur upp í einum trúgvandi heimi, bar hann mangan upp á mál ta stund, tá ið vit skulu fara
higani serliga nú hann var vorðin so veikur. Í kirkju var hann hvønn sunnu- og halgidag so
leingi, hann orkaði.
Góða Solveig! Tað kenst tómligt hjá tær, nú hann er farin. Kortini fari eg ikki at leggja av at
støkka inn á gólvið hjá tær av og á.
Hvíl í friði, góði Hákun.
Ívar