Mikukvøldið verður Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, gestur hjá Pensionistafelagnum í Havn.
Fundurin verður mikukvøldið 26. oktober kl. 19 í Losjuni við Tinghúsvegin, har har greitt verður frá um SEV og framtíðarætlanirnar hjá felagnum. Fólk í Pensionistafelagnum í Havn koma saman í Losjuni hvørt mikukvøld, tá ymiskt er á skránni. Seinasta mikukvøld var politiskur fundur um eldrapolitikk.