Liðið hjá unga havnarmanninum, Skanderborg, var á utivølli móti Ribe/Esbjerg. Hákun sat á beinkinum allan fyrra hálvleik, men næstan beinan vegin í seinna hálvleiki kom føroyingurin á vøllin á høgra vong hjá Skanderborg, sum í steðginum var á odda við einum máli.
Hákun West av Teigum stóð seg væl bæði í verju og í álopi, og hann fekk tveir møguleikar av vonginum, og báðar ferðir setti hann bóltin trygt í netið.
Skanderborg vann dystin 34-29, og liðið hjá Hákun West av Teigum er nú nummar fimm í bestu donsku kappingini.