Hákun Andrias vann 2,9 milliónir

Hann sá ikki beinanvegin á netinum, at vinningurin var størri enn tær 20.000 krónurnar, so tá Bet365 ringdi og spurdi, hvar hann so skuldi gera við restina av pengunum, mátti hann spyrja, hvussu nógv tað var

Hann tørnaði inn hóskvøldið við ryggi, og tí var hann árla á fótum Dýra Biðidagsmorgun.
- Ja, eg var uppi um 6.30 tíðina, so eg setti meg við telduna og fann Casino spælið fram á Bet365. Eg tók kjansin og setti 500 krónur á spælið og so trýsti eg, sigur 20 ára gamli Hans Andrias Hansen.
Hetta var ein einaferð møguleiki.
- Rakti eg einki, so vóru tær 500 krónurnar roknar, sigur Hákup Andrias Hansen.
Men pengarnir vóru væl farnir, nógv betur, enn hann í fyrsta umfari hevði torað at vóna.
- Eg sá, at tað komu 20.000 krónur upp, so eg var so hjartans fegin, tí tá hevði eg vunnið hesar 20.000 krónurnar umframt tær 28.000, sum eg vann mikudagin, sigur Hákun Andrias Hansen.
Hann hevur ikki spælt so leingi.
- Tað munnu vera einir tveir mánaðir síðani, at eg byrjaði at spæla inni á Bet365, men í mun til tey flestu var tað ikki í kortspæli, at eg vann. Eg havi alla tíðina spælt inni á tí, sum eitur Casino, og so fór eg eftir tí spælinum, har jack-pot'uri var størstur, sigur Hákun Andrias Hansen.
Hann hevur onkuntíð áður vunnið smærri upphæddir, og einaferð vann hann 8.000 krónur.
- Men tær tók eg ikki út, eg spældi tær burtur aftur. Men tá eg so vann hesar 28.000 krónurnar mikudagin, gjørdi eg av, at taka tær út. So tú kanst hugsað, at eg gjørdist glaður, tá eg helt, at eg hevði vunnið 20.000 krónur aftrat, sigur Hákun Andrias Hansen.

Hvat fyri rest?
Tað hendi so tað, at Hákun Andrias fekk eina uppringing frá einum umboði frá Bet365.
- Teir ringdu fyri at kanna eftir, at tað veruliga var eg, sum hevði vunnið. Eg kundi so vátta fyri teimum, at talan var um rætta koutorðið, og eg bað teir bara flyta mær tær 20.000 krónurnar, sigur Hákun Andrias Hansen.
Tá so umboðið frá Bet365 spurdi, hvar hann so ætlaði at gera við restina av pengunum, stóð hann mest sum kánus.
- Eg fekk so spurt, hvussu nógv tað snúði seg um, og so segði hann 2,9 milliónir krónur. Eg veit ikki, hvat eg hugsaði. Eg haldi, at eg hugsaði als ikki, sigur Hákun Andrias Hansen.
Tað gekk tí ein góð løta, áðrenn tað gekk upp fyri 20 ára gamla nólsoyinginum, hvat tað var, ið júst var hent.
- Tá tað var gingið upp fyri mær, at eg knappliga var blivin millióningur, fór eg beina leið yvir til ein vimann at reypa eitt sindur, og so fóru vit annars til Havnar at feira tað, sigur Hákun Andrias Hansen.

Sigi ikki upp
Tá Sosialurin fekk orðið á hann leygardagin, var bert gott døgn liðið, síðani hepna trýstið á einarmaða tjóvin, og hann hevði ikki havt stundir at hugsa nærri um, hvat nú skuldi henda.
- Eg havi hugsað nógv um at fara til Danmarkar á musikkskúla, og tá er gott at hava eitt oyra at falla aftur á, sigur Hákun Andrias.
Men tað finnast ongar villar og stórar ætlanir hjá nólsoyinginum.
- Nú havi eg júst keypt mær eina nýggja harmoniku, annars kundi tað verið ein møguleiki at keypt eina ordiliga flotta harmoniku. Og kanska fari eg eisini at keypa mær ein bil, sigur Hákun Andrias Hansen.
Hóast bert 20 ára gamal, og hóast hann júst hevur vunnið smáar tríggjar milliónir, heur Hákun Andrias bæði beinini væl plantað á jørðini.
- Nei, eg fari ikki at siga upp, svarar hann avgjørdur, tá hann verður spurdur, um Frank Hellisdal og Maskingrevstur nú skal út at leita eftir nýggjum arbeiðsmanni.
Hann lúrir kortini eftir nøkrum eftir stóra vinningin.
- Tað kundi hugsast, at eg keypi onkra veltiútgerð til eplaveltu ella eitt rótakál, sigur Hákun Andrias Hansen.
Hann fær peningin útgoldnan í bitum á 99.999 krónur, men allur vinningurin verður útgoldin samstundis. Skatturin er vanliga goldin, tá upphæddin verður upplýst, so 20 ára gamli nólsoyingurin, Hákun Andrias Hansen, sum er kendur millum harmonikufólk fyri at spæla saman við Regin Jacobsen, kann vænta 2,93 milliónir krónur at rapla inn á kontoina fyrsta dagin.