Hækkan av hallarstuðuli til ítróttarfeløgini

Í býráðnum havi eg virkað fyri at fáa strika hallarleiguna, sum ítróttarfeløgini í Tórshavnar kommunu hava at dragast við. Sum ein bata, so verður hallarstuðulin hækkaður við 20 % frá 1. januar 2013.

Hetta er ein bati, men her verður ikki helma í fyrr enn hallarleigan er heilt burtur. Tað er jú ein stór ”leiga” í sær sjálvum, ið ítróttarfeløgini geva sum íkast við at reka alt frítíðar- og ítróttarvirksemi í Tórshavnar kommunu.

Hetta verður framt!

Jákup Símun Simonsen býráðslimur
Tjóðveldi listi E