Eftir tí sum Norðlýsið skrivaði fyrr í dag, er semja gjørd á fundi í fíggjarnevndini, sum merkir at raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu fer at minka við 25 mió krónum komandi ár. Tað tykist greitt, neyðugt verður at hækka skattin við einum prosenti, samstundis sum raksturin hjá kommununi verður minkaður niður um 90 mió krónur.
Seinastu framrokningarnar siga, at inntøkurnar hjá kommununi komandi ár verða 125 mió krónur, og við skattahækkingini koma inntøkurnar upp á 131 mió.
- Tískil verður pláss fyri íløgum, og her verður tað mesta lagt í nýbyggingina av Ósáskúlanum, skrivar Norðlýsið.
Sum skilst, fer niðurskurðurin í rakstrinum m.a. at merkja uppsagnir, men eingin vil siga hvussu nógvar talan verður um. Ógreitt er eisini, hvussu breið semjan er um at fremja sparingarnar.
Men sum skilst er tað ein meiriluti í býráðnum, sum stendur aftan fyri semjuna.










