Skattaprosentið í Havn skal hækka. Hetta samtykti Tórshavnar býráð á eyka býráðsfundi seinnapartin hósdagin.
Avgerðin er tikin eftir at løgtingið mikudagin við aðru viðgerð samtykti at hækka botnfrádráttin úr 17.000 krónum til 19.000 krónur í 2001 og 21.000 krónur í 2002.
Í viðmerkingunum til løgtingslógaruppskotið um at lækka botnfrádráttin stendur, at hetta fer at kosta kommununum 13 milliónir krónur tilsamns hvørt árið. Tórshavnar býráð hevur roknað út, at hetta merkir, at kommunan fær 5,2 milliónir krónur minni í kassan komandi ár, enn kommunan roknaði við, tá hon 14. november í ár samtykti fíggjarlógina fyri 2001.
Býráðið í Havn heldur, at avgerðin hjá løgtinginum setir kommunala sjálvræðið til viks, tí løgtinið hevur viðgjørt og samtykt eitt lógaruppskot, ið tekur støðið undan einmælt samtyktu fíggjarætlanini hjá býráðnum. Hetta sama heldur býráðið, at løgtingið ger, tá tað arbeiðir við einum lógaruppskoti um at flyta útreiðslurnar av fríplássum innan barnaansing frá landinum til kommunurnar. Og harafturat er hetta eisini nakað, ið fer at taka grundarlagið undan fíggjarætlanunum hjá kommununum.
Hóast Tórshavnar býráð hevur samtykt at hækka skattaprosentið, kann hetta ikki gerast fyrr enn Kommunala Eftirlitið hevur givið loyvi til tess.