Hækka partapeningin

Kall fer í næstum at hækka partapeningin

Íløgan í GSM-kervi hevur verið kostnaðarmikil fyri Kall, men tó ikki so kostnaðarmikil, at fyritøkan ikki kann bera hana, sigur stjórin, Bjarni A. Bjarnason.
Fyri at styrkja felagið er Kall farið í holt við at hækka partapeningin.
?Vit hava gjørt eitt prospekt, sum vit hava bjóðað út til ávísar møguligar íleggjarar, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Hann upplýsir, at hækkingin verður millum 14 og 25 milliónir.
Aftan fyri Kall sum er standa 5 høvuðseigarar og harafturat ávísir privatpersónar og virki, stendur á heimasíðuni hjá Kalli.
Talan er um bæði útlendskar og føroyskar eigarar.
Høvuðseigarar eru: Framtaksgrunnur Føroya 28,40%, NOTIO 18,52%, Íslandssími 17,21%, Tallaton Holding 17,11%, og Teletænastan 12,49%