Hækka kursmálið fyri Føroya Banka

Góða úrslitið og tryggi solvensurin hjá Føroya Banka fáa nú greinarar at hækka kursmálið úr 120 upp í 140 Seinastu tíðina hevur kursurin á partabrøvum í Føroya Banka ligið um tey 120, sum eisini svarar til tað kursmál, sum greinarar áður hava sett.

Íslendska greiningarfyritøkan, IFS, og svenski Handelsbanken staðfesta tó í nýggjari greinan, at úrslitið hjá Føroya Banka fyrsta ársfjórðing í ár var betri enn væntað, og Handelsbanken hækkar nú kursmátið fyri bankans partabrøv.

Millum annað verður sagt í viðmerkingunum, at:

úrslitið hjá bankanum var betri, enn IFS frammanundan metti

úrslitið hjá Trygd var væl betri, enn IFS frammanundan metti

solvensurin á 20,8 prosent setir bankan í eina sera góða støðu

Metingin hjá IFS var upprunaliga, at bankans úrslit fyri skatt fór at verða 38 mió. kr, men úrslitið gjørdist 52 mió. kr.

Bankagreinarin hjá svenska Handelsbanken, Jakob Brink, hevur eisini gjørt sínar niðurstøður um úrslitið hjá Føroya Banka fyrsta ársfjórðing.

Hann heldur, at úrslitið er gott, og hevur hækkað kursmátið fyri bankans partabrøv úr kurs 120 upp í kurs 140.