Hækka ferðmarkið hjá prutlum

Fríggjadagin skipaði Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri einum fundi, har tosað varð um at hækka mest loyvdu ferðini hjá prutlum og knallertum. Tvey 16 ára gomul høvdu eitt upplegg, har tey grundgóvu fyri, hví tey halda, at ferðmarkið eigur at verða hækkað

Rannvá Tórgarð og Erhard Petersen eru bæði 16 ára gomul. Tey koyra bæði prutl og luttóku á kunnandi fundinum, sum RFF skipaði fyri fríggjadagin.
Tey høvdu eitt upplegg, har tey komu inn á, hvønn týdning tað hevur fyri prutlførarar at kunna koyra eitt sindur skjótari.
? Vit halda, at tað eigur at vera loyvt at koyra 45 km/t á prutli, tí tað er vandamikið hjá teimum ungu at koyra einans 30 km/t í ferðslu, har hinir bilførararnir hava loyvi at koyra 50 km/t, søgdu tey millum annað.
Tey vístu á, at tá prutl koyra framman fyri bilar við einans 30 km/t ferð ella minni, er skjótt, at bilførararnir ótolnast og vilja yvirhála. Hetta kann skapa eina vandamikla støðu, søgdu tey og vístu á, at flestu bý ella bygdavegirnir í Føroyum eru ov smalir til tveir bilar og eitt ella tvey prutl á koyribreiddini.
? Tað eru vit, sum koyra prutlini, sum fáa tann stóra skaðan, tí vit eru tey bleytu í ferðsluni í hesum førinum. Ein bilur fær í slíkum førum helst ikki størri skaða enn nakrar skoynur, søgdu tey bæði, Rannvá Tórgarð og Erhard Petersen.
Tey bæði meta, at um loyvda ferðin verður hækkað úr 30 upp í 45 km/t, so kann sleppast undan nógvum av teimum vandamiklu støðunum, har ótolnir bilførarar yvirhála prutl ? eisini í ikki vandaleysum støðum.
Tey mæltu eisini til, at aldursmarkið fyri at taka koyrikort til prutl verður lækkað niður í 15 ár.
? Vit meta, at ein er nóg búgvin at koyra prutl, tá ein er fyltur 15 ár, søgdu tey, og vístu samstundis á, at skipað undirvísing í at koyra prutl eisini hevði gjørt, at ein koyrilærari kann meta um, ein 15 ára gamal er nóg búgvin til at koyra prutl ella ikki.
? Harafturat høvdu prutlførararnir fingið nakrar koyriroyndir, hildu tey bæði at enda fyri.

Skilagott upplegg
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at alt hetta byrjaði við, at Erhard Petersen kom inn á ráðið og spurdi seg fyri um ferðmarkið.
Teir báðir tosaðu aftur og fram um hetta, og Jón gjørdi so at enda av at kalla inn til fundar um málið.
? Eg spurdi hann, um hann ikki kundi koma við einum uppleggi til fundin, so at luttakararnir kundu hoyra sjónarmiðið hjá teimum ungu, sigur Jón, sum heldur, at tað er fínt, at tey ungu koma við teirra sjónarmiðum. Men hann slær fast, at leikluturin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd bert er sum eitt millumlið at hjálpa teimum við at fáa teirra sjónarmið fram.
Niðurstøðan á fundinum var, at hetta málið skal kannast betur og kjakast skal eisini meira um tað, áðrenn Ráðið kemur við sínum tilmæli.
Jón Kragesteen dylir tó ikki fyri, at grundgevingarnar fyri at hækka ferðmarkið eru góðar, og hann dugir ikki at síggja nakað til hindurs fyri at hækka ferðmarkið hjá prutlum úr 30 km/t upp í 45 km/t, um tað kann hindra fleiri eigarum í at pilka við prutlið á annan hátt.