At hækka ferðafólkaavgjaldið, samstundis tosað verður um at raðfesta ferðavinnuna fremri hongur ikki saman, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum.
Landsstýrismaðurin er ikki fegin um, at leiðslan í Vága Floghavn ætlar at hækka avgjaldið fyri hvørt ferðafólk úr 130 í 160 krónur. Afturat hækkingini kemur eitt trygdaravgjald, sum verður 25 krónur. Hetta heldur uttanríkisráðið vera óheppið og vísir á, at við trygdaravgjaldinum er hækkingin 42 prosent, og at gjaldið kemur oman á tær 120 krónurnar, sum ferðafólk, sum fara úr Føroyum, rinda landskassanum.
Uttanríkisráðið sigur, at samanbera vit Føroyar við aðrar floghavnir, sum føroyska flogfelagið flýgur til, er Vága Floghavn tann dýrasta. Ferðafólkaavgjaldið í Kastrup og Reykjavík er 66 kr., meðan tað er 70 kr. í London Stanstead.
-Ynskja vit at økja um kappingarføri hjá Føroyum sum ferðamál, mugu vit eisini handla hareftir, og vit mugu gera tað lagaligt hjá føroyingum og ferðafólki at koma til og úr Føroyum. Eg fari at taka hetta málið upp í landsstýrinum, tí tað gevur ikki meining at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland, samstundis sum ferðafólkaavgjøldini hækka munandi, leggur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, afturat.
Noreg valdi herfyri at strika tey flestu avgjøldini í sambandi við ferðing, so landið í dag hevur eitt gjald á 103 kr. fyri á tann hátt at økja um kappingarføri hjá Noregi sum ferðamál, skrivar uttanríkisráðið á heimasíðu síni.