Høkjulið hjá GÍ smurdi TB av

Bólkur 3: Tveir spælarar vórðu vístir av vølli, og 8?1 sigurin ber boð um, at tvørámenn eru alt annað enn væl fyri

GÍ vann 8?1 í Sarpisgerði móti TB. Tað kundi boðað frá, at nú er fótbóltsmaskinan hjá gøtumonnum væl trimmað og við at koma í tær snúðningarnar, sum í níti árunum bar fýra meistaraskapir á rað við sær.

Men sannleikin er ein annar. Hópurin, sum Johan Nielsen hevur at arbeiða við, er væl teprari, enn hann hevur verið undan farin ár, og hesa ferð var hann noyddur at royna eina uppstilling, sum var púra ókend, og sum átti at borið órógv við sær og harvið møguleikar til mótstøðuliðið.

Hans Jákup á Líknargøtu var vongverji í høgru. Hann hevur ongantíð áður spælt í 1. deild. Hallur Hansen var málverji. Hann hevur ongantíð áður vart málið í bestu deildini.

Orsøkin til nógvu broytingarnar á GÍ liðnum vóru, at fleiri av lyklaspælarunum sótu uttanfyri, tí teir vóru smáskaddir. Talan var um málverjan Sunvard Joensen og miðvallararnar Magna Jarnskor og Súna Olsen.

Óli Hansen fekk reyða kortið, tá Birgir Sondum fyri aðru ferð vísti honum gula kortið.


Løtt mál

Tvørámenn mangaðu fleiri av berandi kreftunum, og tað tóktist raka uppaftur meinari hjá teimum, enn tað gjørdi hjá mótstøðumonnunum. Talan var um málverjan Magna Hentze, aftasta mann Magna Petersen og so Jón Tórður Holm. Tað var steinur omaná byrðu, at Tórður Mortensen sá reyða kortið.

Gøtumenn fingu átta mál, og fleiri teirra vórðu skorað eftir innlegg úr síðunum. Í Gøtu siga tey, at sjálvt um sigurin var stórur, so var fótbóltsspælið lakari, enn tað hevur verið í flestu dystum, síðani GÍ kom í 1. deild fyri tjúgu árum síðani.

Helgi L. Petersen setti hol á eftir innlegg úr høgru frá Rúna Justinussen, sum hesa ferð var álopsmaður. Rúni økti sjálvur til 2?0, Pauli Jarnskor skoraði til 3?0 upp á langskot, Hans Pauli Petersen var fyrstur á, eftir at Herman Albinus hevði hálvbjargað roynd frá Leivi Hansen, og Jóan Petur Olsen økti til 5?0 eftir horna.

Tá Teitur Rasmussen minkaði um munin til 5?1, varð Hallur Hansen snýttur, tí bólturin tók í ein gøtumann. Helgi L. Petersen økti til 6?1, tá rangstøðufella kiksaði, Bartal Eliasen økti til 7?1 eftir deyðbóltsstøðu, og Rúni Justinussen slerdi síðsta seymin í.

GÍ: Hallur Hansen ? Hans Jákup á Líknargøtu, Bartal Eliasen, Áslakur R. Petersen, Leivur Hansen ? Helgi L. Petersen, Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor ? Rúni Justinussen, Óli Hansen, Hans Pauli Petersen

TB: Herman Albinus ? Teitur Rasmussen, Tórður Mortensen, André Dalfoss, Andrass Nolsøe, Jan Albinus ? Einar Petersen, Vagnur Nolsøe, Bárður Dimon, Dan Mortensen ? Hallur Christiansen