Fyri fjórðu ferð í søguni verður A-landsdystur millum Danmark og Føroyar, tá liðini dystast í Herning í Miðjútlandi í morgin klokkan 17.
Tróndur Arge og Teitur Joensen fara at siga frá og gjøgnumganga dystin á FM1. FM1 byrjar at senda klokkan 16.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
- Vit síggja uppá hesar tríggjar dystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra at vera tríggjar kappingardystir. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson letur ongan iva vera um, at hann og spælararnir taka dystin móti Danmark sum eina stóra uppgávu.
- Vit hava fyrireikað okkum sera væl til dystin, eisini saman við sálarliga venjaranum, greiðir Håkan Ericson frá sum er fult greiðir yvir hvussu stóran týdning dysturin hevur.
Håkan Ericson staðfestir, at Danmark hevur eitt sterkt lið, men eisini teir hava veikleikar, sum Håkan vónar, at føroyska liðið kann gagnnýta.
Håkan Ericson fer ikki at skifta eina rúgvu av spælarum út um dysturin framvegis livir í seinna hálvleiki. Tá verður farið eftir at fáa eitt gott úrslit.
- Bara frá mínari tíð sum venjari hjá Svøríki veit eg hvussu serligur ein dystur móti Danmark er, sigur Håkan Ericson.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 bandaði við Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 bandaði við liðskiparan, Hallur Hansson.