Håkan: Tit fáa einki at vita

Landsliðið: Landsliðsvenjarin royndir at halda kortini tætt at kroppinum

Føroyska landsliðið hjá monnum hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli, undan Nations League landsdystinum móti Lettlandi, sum verður klokkan 17. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, var á fundinum saman við Brandi Hendrikssyni.

Håkan Ericson bleiv millum annað spurdur um liðið til komandi dyst, men hann heldur kortunum tætt at kroppinum.

- Tit fáa einki at vita. Tað kann eg ikki úttala meg um, tí tað gevur Lettlandi ein fyrimun. Eg veit at tað ikki er so áhugavert hjá tykkum, men tit fáa at siggja undan dystinum, sigur Håkan Ericson.

Hann heldur fyri, at Føroyar og Lettland eru áleið eins sterk. Håkan Ericson bleiv eisini spurdur um styrkismunin millum Lettland, Malta og Andorra. Her segði landsliðsvenjarin greitt, at Androrra er tað veikasta av teimum trimum.

Brandur Hendriksson gleðir seg til at spæla móti Lettlandi. Skálvíkingurin ætlar sær at vinna og minnist aftur við gleði á seinasta dystin á Tórsvølli, tá hann við frísparki í yvirtíðini skoraði til 3-2 móti Malta.

- Tað einasta eg eri keddur um, er at ongir áskoðarar vóru til dystin, sigur Brandur Hendriksson.

##med2##

Báðir vilja vinna dystin og tað er klárt fyrsta útgangsstøðið, men við støðuni í bólkinum í huga, so eru eisini umstøður, ið kunnu gera ein javnleik góðan. Føroyar hava seks stig. Lettland verður mett sum sterkasta mótstøðan, men hevur bara tvey stig fyri tveir dystir.

- Vit fara á vøllin fyri at vinna, men tað eru nokk onkrar støður, har vit kunnu taka til takkar við einum javnleiki. Eru vit aftanfyri og klára at koma upp á javnleik, so kann tað eisini verða gott, sigur Håkan Ericson og Brandur Hendriksson tekur undir við honum.

Føroyar spæla móti Lettlandi á Tórsvølli í morgin klokkan 17. FM1 hevur upptakt í Fótbóltspanelinum í dag millum klokkan 16 og 17. Í morgin verður byrjað at senda frá klokkan 16. In.fo hevur eisini beinleiðis tekst frásøgn frá dystinum.

##ms##