Húkabátar sleppa at royna alt ov innarliga

- Eg haldi, tað er skeivt, at menn, sum bara hava útróður sum ítriv, sleppa at seta línu bæði nær og fjar, sum tað passar teimum. Fiskurin fær ikki frið, tí lína stendur allastaðni kring landið. Bátar royna í klettin og teir, sum fara sær ein snøristúr, fáa ikki at kóka, sigur maður, sum heldur, at hetta skilaloysi, sum hann tekur til, eigur at halda uppat

Útróður

- Eg eri vísir í, at fiskastovnurin tolir ikki tað stóra trýstið, sum í longri tíð hevur verið. Eitt er, at menn, sum liva av útróðri burtur av, seta línuna í firðum og sundum, tá ikki er farandi longur út. Ringast er, tá ið menn, sum slett ikki eru útróðrarmenn, men hava sína ársinntøku í aðrari vinnu, gera sær dælt av hesum.
Tað heldur bátaeigari, sum hevur fylgt gongdini í fleiri ár.
Hann sigur, at tað vindur upp á seg, at lína stendur rættiliga víða um inni við land og heldur, at tíðin nú er komin til at rópa varskó og seta avmarkingar í verk.
- Eg ivist onga løtu í, at verður einki gjørt, kann stóra royndin á firðum og sundum verða til óbótaligan skaða fyri fiskastovnarnar kring oyggjarnar.
Sum heild heldur hann, at eingin vinnulig línuveiða yvirhøvur skuldi verið loyvd nærri enn einar 3-4 fjórðingar úr landi.
- Flestu menn hava góðar bátar, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at teir flyta seg eitt sindur longur út, leggur hann aftrat.

Útróður og ítriv
Bátaeigarin vísir á, at eitt fittur partur av teimum, sum reka útróður ein part av árinum, eru menn, sum sigla ella eru í aðrari vinnu.
- Fleiri hava keypt sær dýrar bátar, og tá ið teir so leggjast heima eitt skifti, dríva teir á fyri at fiska fyri tað, sum báturin kostar at hava og reka. Hetta ger, at minni pláss og minni fiskur verður til teir, sum veruliga skulu liva av at rógva út.
Ikki tí, sigur bátaeigarin og leggur aftrat:
- Nógvir av hesum monnum, sum bara eru parttíðar útróðrarmenn, eru raskir og óførir, men trupulleikin er, at fiskastovnarnir tola ikki hesa roynd. Haraftrat kemur, at línan fiskar nógvan smáan fisk, sum ikki sleppur at veksa seg stóran, áðrenn hann verður tikin.
Hann vísir á, at tá ið útróðrarflotin troytir leiðirnar heilt í klettin, verða økini rættiliga avmarkað, og samstundis verður smáfiskurin ov hart royndur. Allir bátar hava eisini plottara, har øll data kunnu goymast, og tí liggur einki fiskimið óroynt longur.

Lína allastaðni
- Lína stendur allastaðni og fer at kalla um øll fiskimið. Tað nyttar lítið at kasta á tey áður góðu miðini, um línan júst hevur staðið har.
Bátaeigarin sigur, at línan, sum bátarnir seta, er sterk, góð og long, og hon verður sett bæði á bleytum og hørðum botni, grunt og djúpt og at kalla í øllum streymi.
- Er ikki veður at fara út á tær vanligu leiðirnar, verður sett inni við land – ja, eg vil siga, at tað er næstan hvør reyðfiskur, sum verður trároyndur, og tað er næstan ikki tað stað, onkur línustumpur ikki kemur, sigur hann.
Áður var vanligt, at nógvir útróðrarbátar royndu við línu um veturin og snellu um várið, men nú stendur lína alt árið.
- Eg havi skilt, at suðuroyingarnir, sum plaga at leita sær norðurum um várarnar, ikki ætla sær norður í vár, tí várróðurin hevur roynst so illa seinastu árini.

Umringaður kassi

Hann sigur, at norðanfyri er kassi friðaður til snelluveiði, men tað nyttar so lítil, tí lína stendur allastaðni rundan um kassan – í fleiri løðum, sum hann tekur til.
- Fiskurin, sum er á veg inn á gýtingarleiðirnar, sleppur ikki inn fyri línu hjá útróðrarbátum og teimum størru línubátunum, bæði innari og ytri. Fiskurin noyðist tí framvið fleiri hundrað túsund hokum, áðrenn hann sleppur inn á friðaða økið, leggur hann aftrat.
Bátaeigarin heldur at enda, at royndin við línu er vorðin so ógvuslig, at neyðugt er at fremja avmarkingar til tess at verja smáfiskin.

Longur út
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, er samdur við bátaeigaranum um, at neyðugt er at seta í verk avmarkingar fyri línuveiðina fram við landi.
- Vit hava eisini í okkara tilmæli til myndugleikarnar mælt til, at tey smærru útróðrarførini ikki sleppa heilt inn undir land at seta. Hetta vístu vit serliga á í okkara seinasta tilmæli.
Hjalti sigur, at tað liggur í náttúruni,
at tað er tann smái fiskurin, sum heldur seg inni við land, og tískil er hesin fiskurin eisini útsettur fyri harðari veiði, tá royndin er so stór.
Hann vísir á, at línuskipini sleppa ikki inn undir land at royna, men skulu halda seg uttanfyri 6 fjórðingar.
- Hinvegin er einki mark fyri, hvussu nær teir smáu útróðrarbátarnir kunnu royna, og tað halda vit ikki vera rætt, sigur Hjalti í Jákupsstovu.