Fyrr í dag kunngjørdi B36, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við 22 ára gamla málverjan, Jákup Højgaard, ið kemur heim til B36 eftir nøkur ár í útlegd. Jákup Højgaard er uppvaksin í B36, men seinastu árini hevur hann spælt við øðrum feløgum.
Í 2015 spældi hávaksni málverjin við EB/Streymi í Effodeildini í fyrru helvt av kappingarárinum, áðrenn hann fór at spæla við Skála í 1. deild í seinnu helvt. Í 2016 hevur Jákup Højgaard verið eykamálverji hjá AB í Effodeildini, umframt at verið fastur málverji hjá næstbesta liðnum, sum spældi í 1. deild í ár.
B36 skrivar á heimasíðu síni, at felagið gjørdi skjótt av við at fáa sáttmála í lag við Jákup Højgaard, tá ið tað gjørdist greitt, at eykamálverjin seinastu árini, Trygvi Askham, verður leigaður út til EB/Streym. B36 hevur nú tríggjar málverjar í hópinum til kappingarárið 2017, og teir eru Tórður Thomsen, Jákup Højgaard og Rói Mørk Hentze.
Jákup Højgaard hevur vart málið í Effodeildardysti 16 ferðir, og í 1. deild hevur hann verið aftasti skansi 70 ferðir. Harafturat hevur Jákup Højgaard spælt dystir við bæði U17- og U19-landsliðnum.