Háhús undir jørð

Býráðið í Amsterdam tekur undir við einari ætlan um at byggja einihús í seks hæddum undir jørð. Teyr, sum hava gjørt ætlanina, ætla at brúka undirjarðarhúsini til biograf, ítróttarhús, vørugoymslu, parkeringspláss og annað. Tað er eitt byggifelag hjá niðurlendska jarnbreytarfelagnum, sum hevur gjørt uppskotið, ið er mett at kosta góðar 70 mia. krónur. Arbeiðið er mett at taka umleið 20 ár.