Høgur toskaprísur

Prísurin á toski í Lofoten er eins góður og í Føroyum, skrivar Fiskaren. Tað er rættur Klondyke stemmningur í Lofoten í løtuni. Prísurin liggur omanfyri 28 norskar krónur, stendur at lesa á norsku vevsíðini Interseafood.

Men tað hevur ikki verið so nógv at fingið við Lofoten í ár sum undanfarin ár. Hóast tað so vinna fiskimenninir sum ongantíð fyrr, og tað er prísinum fyri at takka. Í Svovlvær er prísurin á toski komin upp um 30 norskar krónur.

Ein fiskakeypari í Flakstad, Edward W. Olsen metir at prísurin enn ikki er komin í hæddina og at fiskakeyparar verða einfalt tvingaðir at keypa fyri høga prísin.