NAFF
Høllin hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla, sum hesaferð verður karmur um altjóða fiskivinnustevnuna, North Atlantic Fish Fair, er velduga stór. Her er høgt til loft og vítt til veggja, sum tikið plagar at vera til.
Samlaða framsýningarøkið hesaferð verður uppaftur størri enn á teimum báðum undanfarnu fiskivinnustevnunum, sum verið hava her á klettunum.
Samskiparin av North Atlantic Fish Fair, Dánjal Petur Hansen, sigur, at samlaða framsýningarøkið verður út við 5.000 fermetrar, og tað er einar 1.000 fermetrar meira enn á seinastu stevnu ? og út við 2.000 fermetrar meira enn á teirri fyrstu stevnuni í røðini.
Tær báðar fyrru altjóða fiskivinnustevnurnar vórðu hildnar í Saltangará ? í fleiri bygningum og fleiri tjøldum.
Hesaferð verður so at kalla øll framsýningin undir sama taki, og tað meta fyrireikararnir at verða til fyrimunar fyri hetta stóra tiltak, sum ein slík fiskivinnustevna er.