Hægstirættur í USA avmarkar deyðarevsing

Drápsmenn, sum eru menningartarnaðir, kunnu ikki longur dømast til deyða.

Deyðarevsing

Fyri fyrstu ferð síðani deyðarevsing varð sett í gildi aftur í USA í 1976, hevur amerikanski hægstirættur avmarkað møguleikarnar hjá myndugleikunum at tøma fólk til deyða. Tað hendi hósdagin, tá ein meiriluti av dómarunum í hægstarætti samtykti at broyta verandi mannagongd.
Seks av teimum níggju dómarunum tóku undir við úrskurðinum, sum sigur, at tað er skeivt og í stríð við grundlógina at nýta deyðarevsing ímóti fólki, sum ikki eru menningarliga búgvin.
Hesin sami spurningurin var fyri í hægstarætti fyri trettan árum síðani, men ta ferðina kom rætturin til ta beint øvugtu niðurstøðuna. Hesi trettan árini er tað hent, at 18 av teimum 38 statunum, sum loyva deyðarevsing, hava sjálvir gjørt av, at menningartarnaðir drápsmenn kunuu ikki fáa deyðarevsing. Teir seks hægstarættardómararnir siga tí í úrskurðinum, at tað má haldast at vera fólksins vilji, at verandi mannagongd eigur at verða broytt.
Teir tríggir dómararnir, sum sýttu fyri at taka undir við úrskurðinum, funnust hvassliga at sínum starvsfeløgum. Teir halda, at teir seks hava í alt ov stóran mun latið seg ávirkað av teimum, sum eru ímóti deyðarevsing.
Formaðurin í hægstarætti, William Rehnquist, sum var ímóti at broyta verandi skipan, var í øðini inn á hinar seks. Men ein talsmaður hjá teimum seks segði, at áskoðanin hjá meirilutanum í hægstarætti er uttan iva í samsvari við tað, sum meirilutin av amerikanska fólknum heldur um málið.
Úrskurðurin fer at fáa týdning fyri fleiri fangar, sum sita á deyðagongini í amerikanskum fongslum.