Hægstirættur góðkent nýskipan hjá Obama

Í USA hevur Barack Obama, forseti, vunnið ein sera týðandi sigur, nú amerikanski hægstirættur hevur kunngjørt, at tann umstrídda heilsunýskipanin hjá forsetanum stríðir ikki ímóti amerikonsku grundlógini.

Níggju dómarar eru í hægstarætti. Fimm atkvøddu fyri at góðkenna nýskipanina, og fýra atkvøddu ímóti. Ta avgerandi atkvøðuna átti forsetin í hægstarætti, John Roberts, og sum annars er kendur fyri sínar konservativu hugsjónir.

Nýskipanin hevur sum endamál at tryggja 32 milliónir amerikanarar, sum onga sjúkratrygging hava. Harafturat bannar lógin tryggingarfeløgum at nokta at tryggja fólk, sum hava onkra sjúku.