Í Filipsoyggjunum er tjóðartingið í dag farið undir at viðgera eitt mál um at leggja ríkisrættarsak ímóti formanninum í landsins hægstarætti, Rena Corona, sum er skuldsettur fyri korrupsjón og fyri at vera partískur.
Hetta er fyrstu ferð í landsins søgu, at tingið viðger eitt tílíkt mál, og tingformaðurin, Juan Ponce Enrile, segði undir orðaskiftinum í dag, at dómarin skal fáa eina rættvísa viðferð.
Politiskir eygleiðarar í Manila siga ríkisrættarmálið vera eina sera djarva roynd hjá Benigno Aquino, forseta at beina fyri teirri umfatandi korrupsjónini í landinum. Talsmaðurin hjá forsetanum hevur eisini sagt, at fyri bardagan ímóti korrupsjónini hevur tað alstóran týdning at seta dómaran til viks.
Benigno Aquino vann greiðan sigur á forsetavalinum í 2010, eftir at hann millum annað hevði lovað fólkinum at fara í hernað ímóti korrupsjónini, um hann vann valið.









