Hægsta hús í penganeyð

Byggingin av hægsta húsi í Danmark hevur fingið trupulleikar við fíggingini.

Lighthouse í Århus skal vera 142 metrar høgt, og skal gerast ein ímynd av jútska býnum, men nú hevur felagið aftanfyri byggingina fíggjarligar trupulleikar. Tað knípur við at skaffa tær 410 milliónir krónurnar, sum Århus Kommuna skal hava fyri byggingina, men nú hevur kommunan longt freistina fyri at gjalda.