Tað gongur eftir øllum at døma sera væl hjá norska Høgra-flokkinum at fáa fatur á veljarunum. Í hvussu er vísir ein nýggj meiningakanning, at var val nú, hevði flokkurin fingið næstan 10 prosentstig meiri enn á kommunuvalinum í 2007.
Kanningin gevur Høgra 28,9 prosent av atkvøðunum, sum er 9,6 prosentstig meiri enn fyri fýra árum síðani. Arbeiðaraflokkurin er kortini framvegis tann størsti við 30,6 prosentum. Tað er eitt prosentstig meiri enn í 2007.










