Hevur svenski fíggjarmálaráðharrin, Per Nuder, rætt, eiga sviar at brynja seg til at rinda hægri skatt um eini fimm ella tíggju ár.
-Nógvir av mínum evropeisku starvsbrøðrum aftra seg við at siga tað, sjálvt um teir vita, at tað verður neyðugt. Um alt Evropa krevja fólk, at vit skulu játta meiri pengar til tað almenna, og tí sleppa vit ikki undan at hækka skattin í komandi árum, sigur Per Nuder við Financial Times. Hann er heldur ikki einsamallur, tí í síðstu viku segði Gøran Persson, forsætisráðharri, at tað almenna noyðist at taka størri lut í framburðinum í komandi árum, og at tað tí verður neyðugt at útvega tí almenna meiri pengar.
Í svenska vinnulívinum eru tey alt annað enn fegin um orðini hjá teimum báðum ráðharunum. Har verður víst á, at Svøríki hevur hægstaskattatrýstið í øllum ES. Í 2003 svaraðu skattur og avgjøld til 51,4 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, meðan meðaltalið í hinum ES-londunum var 41,5 prosent, skrivar TT.










